Tað verður gott veður at rulla páskaregg mánadagin. Í øllum førum, um vit skulu trúgva veðurforsagnunum.
Sambært norska yr.no, so verður turt veður í dag. Ættin verður av vestri, og hitin verður millum 7 og 9 stig.
Páskanátt fer at regna eitt sindur, ættin verður av landnyrðingi, og hitin verður um 6-7 stig.
Annan páskadag verður turt, og sólin fer at skína, men tað verður kaldari. Hitin lækkar niður í 1 stig fyrrapartin, men seinnapartin verður lýggjari, upp í 7 stig.










