Gott veður á útoyggjastevnuni

Vantandi koma 1000 gestir til Mykinesar á útoyggjastevnuna. Í morgun er fríkst lot og sól í Mykinesi, hann er landnorðingur í ættini, í kvøld minkar vindurin niður 5-6 m/sek og hann verður eystan. Í morgin verður veðrið eisini gott - sól og næstan eingin vindur 2-4 m/sek av eysturi, sum er góð ætt í Mykinesi. Sunnudagin verður hann eisini eystan, tá fer vindferðin at liggja um 6-7 m/sek.

Eini 200 - 300 fólk koma til Mykinesar í dag og vantandi koma eini 600 - 700 í morgin, varð sagt úr Mykinesi, tá ið vit fyrr í morgun tosaðu við fólk har úti.