Gott veður á Summar Festivalinum

Petur Skeel Jacobsen, sum er veðurmaður í Miðlahúsinum, sigur um veðrið næstu dagarnar, at tað verður yvirhøvur turt veður við sólglottum. Vindmegin verður 5-10 m/sek, men minkandi fram ímóti vikuskiftinum. Hitin fer at liggja millum 14 og 17 stig.

Ársins Summar Festivalur kann tí haldast í góðveðri allar dagarnar.