Gott veður ímorgin - men kaldari næstu dagarnar

Líggja veðrið, sum hevur verið í nakrar dagar, er á veg burtur. Njóta tí hitastigini í vikuskiftinum, tí longu sunnukvøldið kemur kavin.
Sosialurin fer nú undir nýggjan tátt, har Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, greiðir frá um vikuskiftisveðrið

Veðrið næstu dagarnar verður meiri óstøðugt.
Leygardagin verður lýtt við einum 4-7 hitastigum, og heldur ikki so nógvur vindur, bert 3-8 metur um sekundi. Eisini kunnu vit rokna við nøkrum sólarglottum.
- Kanska verður okkurt æl eisini, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Sunnudagin frískar vindurin upp á einar 10 metrar um sekundi. Eitt sindur kaldari verður eisini, og okkurt kævaæl er væntadi sunnudagin
- Høgætt við kulda er á veg, til einaferð mitt í næstu viku, sigur Petur.
Njótið tí tey tunnu klæðin,i tá tit fara túr í vikuskiftinum, tí í næstu viku mugu vit bjálva okkum í ullint klæði aftur.