Gott veður í dag men regn í kvøld

Ein streymur av vestri førir lýggja og slævna luft inn yvir landið og síðani mennist ein hátrýstsryggur sunnan fyri Føroyar. Um vikuskiftið byrja brúgvaløgini at nærkast av vestri aftur og eitt lágtrýst, á veg í ein landnyrðing, ferðast sunnudagin millum Ísland og Føroyar. Síðani fara Føroyar at liggja nær markinum millum heita og slavna luft sunnanfyri og eystanfyri og kaldari luft vestanfyri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin snarar í ein vestan og útsynning og øtlar nakað. Turt og sólin sær, men seinnapartin dregur saman um og í kvøld fer at regna. Hitin millum 10 og 13 stig. Í nátt øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og támut og í støðum regn ella sirm og hitin um 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn ella sirm, møguliga mjørki. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum lækkar í ein sunnan, 6 til 10 m/s. Um náttina øtlar hann í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut og um náttina regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í av vestri og fyri tað mesta turt. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt, men sum frá líður regn og ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, seinni vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn og hitin millum 10 og 13 stig.