Køld luft streymar framvegis yvir Føroyar av útnyrðingi og norðri, millum eitt lágtrýstsøki yvir mið- og norðurskandinavia og eitt hátrýst í ein útsynning og sunnan fyri Ísland. Streymurin viknar tó nakað í løtum.
Í dag, dýra biðidag, verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og út á dagin veksur upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst yvirhøvur trut og sólglottar, men út á dagin og kvøldið skýggjað norðanfyri og vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin um 5 stig. Leygarnáttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og okkurt ælið, møguliga kavi ella heglingur. Hitin fer niður í 2 kuldastig til 2 hitastig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Tað verður yvirhøvur skýggjað, men fyri tað mesta turt og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina lot til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men fyri tað mesta turt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, seinni norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum 5 og 7 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.
Mánadagin, flaggdagin, verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin um dagin millum 2 og 4 stig, um náttina niður í eitt kuldastig.
Týsdagin og mikudagind verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin um dagin millum 2 og 4 stig, um náttina niður í 3 kuldastig.