Ein hitabrúgv yvir Føroyum viknar og fer í upploysn. Eitt hátrýst mennist um Ísland, sum ger veðrið í Føroyum støðugari eitt skifti. Hósdagin trokar kaldari luft seg niður av norðri, men um vikuskiftið streymar lýggjari luft av vestri og útsynningi.
Mikudagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og yvirhøvur turt, men eisini møguligir sólglottar. Hitin um 10 stig. Í nátt frískar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Turt, men skýggjað og hitin fellur til 5 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Turt, men skýggjað, men út á dagin klárar í av norðri, og hitin verður um 5 stig. Um náttina turt, fyri tað mesta klárt, og hitin millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin um 7 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 8 m/s. Skýggjað, men allarhelst turt og hitin millum 2 og 6 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin um 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 6 og 9 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein útsynning og suðri og øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og támut, men sum frá líður regn av útsynningi. Hitin um 8 stig.









