Gott veður

Eitt hátrýst yvir Miðskandinavien hvørvur spakuliga eystureftir. Eitt lágtrýst fyri Ísland ferðast í ein landnyrðing, og eitt tilhoyrandi brúgvalag verður við Føroyar mikunáttina. Hósdagin og fríggjadagin kemur eitt hátrýst suður um Føroyar á veg eystureftir, og fríggjadagin og leygardagin kemur lýggj og slavin luft yvir oyggjarnar.

Veðrið í morgin
Sunnan og landsynningur, 8 til 13 m/s, mest skýggjað, men turt. Um náttin minkar hann vindin av vestri, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn av og á. Hitin millum 6 og 10 stig.

Veðrið mikudagin
Vestan og norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn av og á. Um náttina turt og hann klárar í. Hitin millum 4 og 7 stig.

Veðrið hósdagin
Útnyrðingur, seinni vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og turrveður. Hitin um 5 stig.

Veðrið fríggjadagin
Vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og turrveður. Hitin um 5 stig. Um náttina, útsynningur, 8 til 13 m/s, mest skýggjað, men framvegis turt. Hitin millum 5 og 8 stig.