Business-line: Eins og mong undanfarin ár kann stóra framleiðsluvirkið av pakkitilfari, P/F Vest Pack í Vestmanna, framleggja ein roknskap við sera góðum úrsliti.
Ársúrslitið 2014 gjørdist slakar 9 mió kr. Tá skatturin slakar 1,7 mió er goldin lógu 7,3 mió kr eftir niðast á botnlinjuni. Hetta er eitt vet hægri enn undanfarna ár.
Úrslitið 2014 er nakað hægri enn undanfarna ár og kemst hetta av væl hægri bruttoúrtøku.
Í leiðslufrágreiðingini verður m.a. sagt, at í 2014 er parturin av søluni uttanfyri Føroyar øktur nógv og er í dag ein munandi partur av virkseminum hjá felagnum.
Les meira VIÐ AT TRÝSTA HER