Gott upplivilsi fyrstu ferð á sangskeið

Andrias Magnussen av Toftum er á sangskeið fyri fyrstu ferð. Spurdur um, hví hann fer á sangskeið, svarar hann:
                      - Fyri tað fyrsta eri eg uppvaksin innan Heimamissiónina, og tí komi eg til nógv tiltøk hjá Heimamissiónini. Annars dámar mær væl at syngja, og hetta er eitt gott høvi at læra meira, nú vit syngja í eina heila viku.
                      Andrias hevur lært nógv hesa vikuna. Honum dámar eisini væl felagsskapin á sangskeiðnum.
                      - Vit hava tað gott saman her. Ásbjørn, kórleiðarin, hevur lært okkum nýggjar sangteknikkir. Hann leggur stóran dent á, hvussu vit standa, og at vit fara tíðliga í song. Hann sigur, at tað er rættiliga vanligt, at nógv missa røddina hósdagin ella fríggjadagin, tí at tey gloyma at hvíla røddina, sigur Andrias.                      Hann sigur, at tey eru spent til konsertina leygarkvøldið.