Fyri tveimum vikum síðani gav forlagið Torgard úr krimisøguna Metusalem, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Hetta er fjórða krimisøgan hjá føroyska rithøvundanum, sum verður givið út á donskum máli. Týðari er Povl Skårup.
Ummælarin hjá blaðnum MetroXpress gevur Metusalem gott skoðsmál. Hann sigur millum annað, at bøkurnar hjá Jógvani Isaksen geva eitt innlit í føroysk viðurskifti og politikk, og bøkurnar fáa Føroyar at virka sum eitt vakur, spennandi og áhugavert stað, sum mann fær hug at vitja.
MetroXpress gevur Metusalem 4 av 6 stjørnum.
Paperback útgávur
Samstundis sum Metusalem er komin út á donskum máli, hevur Torgard givið tríggjar tær fyrru krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen út sum paperback – ella bíligókaútgáva.
Tað eru bøkurnar "Blid er den færøske sommernat", "Grå oktober" og "Korsmesse", sum nú eisini finnast sum paperback.
Tær báðar fyrstu vóru givnar út á forlagnum Vindrose í 1991 og 1995 og hava verið útseldar í mong ár. Nú er so høvi at ogna sær tær aftur. Ta triðu, Korsmesse, gav forlagið Torgard út í 2009, og 1. útgávan er mestsum útseld.
Til hesa hópútgávuna av Føroya fyrstu - og enn einastu - krimibókarøð hava donsku útgávurnar fingið nýtt, flott kápusnið, sum sniðgevin Høgni Egholm Magnussen hevur staðið fyri.
Útgávurnar hava fingið stuðul frá týðingagrunninum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Mentunargrunni Landsins.
Myndatekstur:
Jógvan Isaksen hevur nú fýra krimisøgur úti á donsum máli