Gott tiltak

Í dag setur løgmaður fiskivinnustevnuna "North Atlantic Fish Fair" í Runavík. Hetta er aðru ferð, at tað verður skipað fyri hesum stóra og slóðbrótandi tiltakinum í Eysturoynni. Á stevnuni luttaka nógvar føroyskar og útlendskar fyritøkur og framleiðarar og fara uttan iva fleiri túsund føroyingar at leggja sær leiðina framvið høllini í Runavík stevnudagarnar.

NÚ er tað sum so ikki nakað nýtt at skipa fyri framsýningum av ymsum slag í Føroyum. Men tað nýggja við hesum tiltakinum er støðið og støddin. At fyrireikararnir hava tikið stig til eitt afturvendandi tiltak, sum fevnir um okkara høvuðsvinnur, fiskivinnu og aling og har útlendski parturin er týðandi er at fegnast um. Hetta at føroyskar og útlendskar fyritøkur kunnu sýna fram lið um lið hevur eisini nógv at siga fyri føroysku framleiðararnar og tær fyritøkur, sum marknaðarføra ymsar vørur við tilknýti til okkara høvuðsvinnur. Hetta gevur íblástur ? hetta at kappingarneytar eisini kunnu hittast í einum góðum umhvørvi umframt at føroyski brúkarin hevur atgongd til vørur og tænastur, sum hann annars ikki er vanur við at síggja dagliga.

Fyrireikararnir siga endamálið við framsýningini vera at skapa møguleikar hjá føroyskum fyritøkum við tilknýti til fiski- og alivinnuna at sýna fram sínar tænastur fyri altjóða marknaðinum ? á heimavølli. Og á henda hátt í størri mun kunna um Føroyar og tær fjøltáttaðu vit kunnu veita á hesum øki.

Áhugavert er tað eisini, at okkara nýggja flaggskip Norrøna verður partur av tiltakinum. Hetta kann vónandi eisini vera við til at skapa áhuga millum føroyingar og útlendingar at troyta teir møguleikar, sum hetta stóra ferðamannaskipið gevur. Her verður bæði hugsað um ferðafólk og farm.

Sosialurin verður eisini við á fiskivinnustevnuni við egnum bási.Vit halda tað hevur týdning fyri allar partar, at fjølmiðlar eru á staðnum alla tíðina og ikki bara koma fyri síðani at rýma aftur. Vit fara at gera okkara til at dekka fiskivinnustevnuna í blaðnum og á netinum alla vikuna og vilja vit við hesum ynskja øllum eina góða fiskivinnustevnu.

Sosialurin