Gott tilhald í 20 ár

11. oktober 1987 var ein stórur dagur hjá pensjónistum og øðrum í Klaksvíkar kommunu.

Henda dagin lat nevniliga upp eitt serligt tilhald fyri henda aldursbólkin við heitinum “Tilhaldið Sóljan”. 

Endamálið var – og er! - at koma saman til eina hugnaliga samveru í hugnaligum umhvørvi. 

Hósdagin í komandi viku – sum er 20 ára dagurin fyri byrjanini - er ætlanin at hátíðarhalda dagin í Skálanum í Klaksvík.