Gott ískoyti til krabbameinsgranskingina

Dysturin og innsavningin hjá hondbóltsfelagnum Stjørnini til frama fyri “Stuðla bróstunum” góvu næstan 60.000 krónur

Spælararnir í hondbólsfelagnum Stjørnuni eru púra ovfarnir av tí undirtøkuni, sum innsavning teirra til frama fyri “Stuðla bróstunum”. Øll atgongumerkjasølan til dystin móti Kyndli fór til innsavningina, og fleiri fólk og fyritøkur fluttu tiltakinum pening.
Tá ið innsavningin steðgaði mánadagin, vóru komnar inn 59.449 krónur. Tá er talt við sølan av armbondum fyri samanlagt 5.000 krónur.
Peningurin fer óskerdur til granskingina av bróstkrabba.
- Vit eru allar fegnar um at kunna stuðla granskingini, sigur Annika Karlsdóttir Ljósstein, sum var orsøkin til, at Stjørnan valdi at hava dystin sum stuðulstiltak.
Hon fekk nevniliga í summar staðfest bróstkrabba, og liðfelagar henna funnu tí upp á at stuðla henni og granskingini á henda hátt.
Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum er ikki bra fegin um at fáa so nógvan pening til granskingina. Hetta var eisini ein frálíkur máti at varpa ljós á bróstkrabba, áskoðararnir vóru nógvir, og tiltakið fekk nógva umrøðu.
Krabbameinsfelagið ætlar at hava eina almenna móttøku av peningagávuni, og tá verður greitt frá granskingini í Føroyum av bróstkrabba.
Peningurin frá Stjørnuni kemur væl við, sigur Jákup N. Olsen.
Granskingin, sum er ein verkætlan yvir trý ár kostar 2-3 mió. krónur.