Hendrik Alberg av Toftum var ein av teimum fyrstu á festivalin í gjár, og hann metir, at støðan á festivalinum hevur verið góð. - Eg má staðfesta, at tað var rættiliga keðiligt, tá vit komu, at vit skuldu kýstast niðan í hornið, sum er longst burtur, men tá loysti seg at vera treiskur, og so fekk mann sín vilja, greiðir hann frá, og vísir til, at onkrir smáir trupulleikar vóru, tá økið lat upp.
Hann metir eisini, at skilið á tjaldøkinum var rímiligt í gjár, hóast onkrar ósemjur vóru á tjaldingarøkinum.
Hann staðfestir eisini, at tað helst eru ov fá vesi á festivalinum. Í dag kom hann ikki á festival fyrr enn klokkan 18.










