í gjár luttók Team Hulda úr Havnar fimleikafelag í world cup finals í Barcelona. Kvinnurnar á Team huldu høvdu eina einastandandi framførslu og megnaðu at fáa 15,20 stig. Hetta var nokk til at koma fram um 8 lið úr 7 ymiskum londum, so sum Danmark, Norra, Italia, Canada, Kekkia, Spania og Singapore.
Hetta er tann fjórða og síðsta cup kappingin í ár. Til hesa kapping vóru 23 lið við úr 13 ymiskum londum, og er hetta fyrstu ferð at so nógv lond hava verið umboðað til hesa kapping.
- Vit eru sera nøgdar við úrslit okkara, og fara nú heim at gera okkum klárar til heims meistaraskapið, ið verður 11. og 12. juni 2016, í Brno, Kekkia.
Kvinnurnar á liðnum eru:
Anja Petursdóttir Petersen
Barbara Ellendersen
Bjarta Jansdóttir
Bjørt Hoydal Joensen
Jonna Hansen
Marita Káradóttir Petersen
Sára á Lakjuni
Súsanna Katrina Nolsøe
Vár Bech Árting
Komandi vikuskiftið verður FM í estetiskum fimleiki í høllini á hálsi.










