Rakstrarúrslitið hjá alifyritøkuni Bakkafrost fyri 3. ársfjórðing var ikki líka gott sum fyri sama tíðarskeið í fjør. 86,2 milliónir krónur móti 70,0 milliónum krónum í fjør. Hetta svarar til eitt rakstrarúrslit pr. kilo (EBIT) á 8,06 krónur móti 5,83 krónur fyri sama tíðarskeið síðsta ár. Orsøkin til framgongdina eru betri laksaprísir, og at felagið hevur havt nógvan stóran laks at taka í tíðarskeiðinum. Tøkan av kruvdum laksi var 9.730 tons móti 9.243 tons sama tíðarskeið í fjør.
Úrslitið eftir skatt 3. ársfjórðing var 25,8 milliónir krónur móti 158,9 milliónir krónur 3. ársfjórðing í fjør.
Samlaðu ognir felagsins eru áljóðandi 2,3 milliardir krónur. Eginpeningurin er 1,1 milliard krónur, og harvið hevur felagið ein solvens upp á 47 prosent. Netto rentuberandi skuldin er 770 milliónir krónur.
Rakstrarúrslitið fyrstu níggju mánaðirnar av 2012 var 223,8 milliónir krónur móti 289,2 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið 2011.
Rakstrarúrslitið pr. kilo (EBIT) var 6,88 krónur fyri tíðarskeiðið móti 11,98 krónum fyri sama tíðarskeið síðsta ár.
Hetta er ein munandi niðurgongd, sum skyldast lækkingini í laksaprísinum. Sammett við onnur altjóða alifeløg er úrslitið tó sera gott, og er leiðslan sera fegin um góða úrslitið.
Tøkan av kruvdum laksi fyrstu níggju mánaðirnar var 31.297 tons móti 22.794 tons sama tíðarskeið í fjør.
Úrslitið eftir skatt fyrstu níggju mánaðirnar av 2012 var 133,2 milliónir krónur móti 236,7 milliónir krónum fyri sama tíðarskeið árið fyri.
- Sum heild eru vit væl nøgd við úrslitið, har øll virkisøkini hjá felagnum góvu yvirskot. Laksaprísurin hevur verið hampiligur, hóast útboðið av laksi hevur verið stórt, so samanumtikið er úrslitið gott. Útlitini eru eisini hampiliga góð. Vøksturin í útboðnum fer væntandi ikki at halda á, so betri javnvág væntast millum útboð og eftirspurning framyvir, sigur Regin Jacobsen, stjóri.
Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 30 prosentum frá 2. ársfjórðingi til 3. ársfjórðing í ár. Felagið væntar at taka 45.000 tons av laksi í ár. Hetta merkir, at Bakkafrost fer at taka lutfalsliga meiri laks í 4. ársfjórðingi í ár, enn tey gjørdu tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar 2012. Tey vænta betri javnvág millum útboð og eftirspurning í 4. ársfjórðingi.
Metingin av fóðursøluni hjá Havsbrún er økt við 5.000 tonsum til 90.000 tons fyri 2012.
Ætlanin er at gera íløgur fyri 170 milliónir krónur í 2013. Íløgurnar verða væntandi gjørdar í øll lið í virðisketuni hjá felagnum.