Gott úrslit á hálvum Ironman í Portugal

Guðmundur Joensen fekk eina góða tíð á hálvum Ironman í Lissabon í Portugal í dag. Talan gjørdist um eitt flott 5. pláss.

 

Teinurin á hálvum Ironman er 1,9 km svimjing á sjónum, 90 km súkkling og 21,1 km renning.

 

Talan varð um 100 luttakarar í einum sterkum kappingarfelti í kappingini í dag.

 

Guðmundur kom saman við trimun øðrum fyrstur úr sjónum, og legði hann seg á eitt 3. pláss í súkklingini inntil eitt tekniskt brek hendi við súkkluni. Hetta gjørdi, at hann mátti steðga og fáa súkkluna í ordan aftur, og kom hann eisini afturí aftur í oddin. Hann kom sum fimti maður í gongd við renningina og helt 5. plássið allan vegin heim í rí nógva hitanum, sum ikki sá út til at darva hann stórvegis.

 

Almennu tíðirnar eru ikki komnar út enn, men tíðin hjá Gudmundur liggur um teir 4 tímarnar, 2 minuttir og 40 sekund.

 

Talan er um er eina avbera góð tíð hjá Guðmundi Joensen.