Gott renniveður hjá børnunum

Í morgun skipaði rennifelagið Treysti í Klaksvík fyri Silvarenning í góða veðrinum

Í morgun skipaði rennifelagið Treysti í Klaksvík fyri Silvarenning í góða veðrinum. Luttøkan var góð; umleið 55 rennarar luttóku, og harav vóru umleið 40-45 børn, sigur Guttorm Sørensen, næstformaður í Treysti

 

 

Kappast var í ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Øll børn fødd í 2005 ella seinni fingu heiðursmerki. eisini vóru heiðursmerki latin til nummar 1, 2, og 3 í hinum bólkunum. 

 

Flestu luttakarnarnir vóru úr Klaksvík, men eisini vóru rennarir úr Havn, av Skála, av Viðareiði, úr Norðdepli, úr Fuglafirði og úr Leirvík.

 

Silvarenningin hevur altíð verið tætt at tí degnum Treysti varð sett á stovn, sum er 23. mars. 

 

 

 

 Til ber at síggja øll úrslitini her