Gott áralag skal til

Í skrivandi stund er ikki komið heilt undir land við breiðu samgonguni, men tað tykist ganga tann vegin. Tosað hevur verið um eina breiða samgongu nú í seks ár, men nústaðni tykist hon gerast veruleiki. Tað er gott fyri Føroya land, at vit fáa eina breiða handlikraftiga samgongu, ið kann taka tær avgerðir, ið eru neyðugar í hesum búskaparligt hættisligu tíðum.

Tað er av alstórum týdningi, at áralagið í einari slíkari samgongu er gott, og at Løgmaður hevur landstýrisfólk, ið tosa við hvørt annað og kunna hvørt annað um politisk tiltøk, so samgongan kann standa sum ein, tá mál fara niðan í Løgtingið. Undanfarna samgongan tyktist viðhvørt verða eins og tvær samgongur, har Fólkaflokkurin segði eitt og Tjóðveldisflokkurin segði eitt annað. Nú skal so sigast, at Tjóðveldisflokkurin ikki bara var framúr heppin við sínum vali av landsstýrisfólkum. Her hugsa vit serliga um tveir mentamálaráðharrar, ið ikki sótu leingi í sessinum, áðrenn rok varð. Vónandi sleppa vit undan slíkum framyvir.

Eisini er at vóna , at proklamatiónspolitikkur, har politikarar ikki kunnu ganga framvið einum trappusteini, uttan at fara uppá hann at proklamera okkurt, verður søga nú, tá proklamatiónsflokkur nummar eitt eftir øllum at døma fer í andstøðu.

Tað verður eitt frískt lot fyri Føroya fólk, um vit kunnu fáa eitt stabilt landsstýri, uttan at stríð skal vera gerandiskostur. Ein komandi løgmaður eigur at gera sítt ítarsta fyri at tryggja stabilitet og semju og ikki minst gott áralag. Tað at vit hava fingið eina stýrisskipanarlóg, har einstøk landstýrisfólk hava fulla ábyrgd av sínum øki, nýtist ikki at merkja, at landstýrisfólk ikki kunna hvønn annan og semjast, áðrenn tey fara í Tingið við einum uppskoti.

Ein breið samgonga við góðum áralagi er einki minni enn ein neyðugheit, nú sannleikin um tann sterka búskapin kemur fram. Samgongan, ið liggur í kortunum, men sum ikki so mikið sum er skipað, er longu vorðin ákærd av Tjóðveldisflokkinum fyri at vilja knúsa búskapin. Hetta er ivaleyst bara ein forsmakkur uppá, hvat ein komandi samgonga má standa modell til av hondvaski. Vónandi megnar ein komandi samgonga at skapa ein góðan dialog við andstøðuna, men hvussu skal tað verða, tá formaður Tjóðveldisfloksins ikki vil viðganga, at fíggjarlógaruppskotið hjá Karsten Hansen vísir hall í 2004, og hevði gjørt tað, hóast keksavgjald o.s.fr. varð samtykt, tí inntøkumetingarnar eru lækkaðar somikið nógv? Hetta er ein óreingiligur veruleiki, ið sjálvt Karsten Hansen viðgongur. Mytan um tann sterka búskapin má eftir øllum at døma ikki punkterast, hóast prógvini móti hesum liggja á borðinum. Eingin ynskir hall á einari fíggjarlóg, men um Karsten Hansen hevði latið eitt betri uppskot frá sær, enn hann gjørdi, so nýttust vit ikki at diskutera tað. Tað gjørdi hann ikki, og tí verður tað einki stuttligt hjá komandi samgongu at rudda upp, og fáa skil á eina fíggjarlóg fyri 2004. Livst so spyrst.

Sosialurin