Gott ár hjá Reyni Service

Bilasølan Reyni Service í Hoyvík hevði eitt gott úrstit í fjør.

Við einum ársúrsliti upp á slakar 5 milliónir krónur er úrslitið eitt vet lægri enn árið fyri, tá tað slakar 6 milliónir krónur.

Virksemið hjá Reyni Service er søla av bilum og eykalutum, umvlælingar og servicearbeiði.

Í ársfrásøgnini skrivar felagið, at ársins bruttuúrslit er góðar 29 milliónir í mun til 27,5 mió kr árið fyri. Úrslitið eftir skatt var 4,95 mió kr ímóti 5,99 mió kr árið fyri.

– Gongdin skal síggjast í mun til, at felagið í ársfrágreiðingini fyri 2017 væntaði eitt bruttoúrslit fyri 2018 á støði við 27,6 mió kr og eitt úrslit eftir skatt upp á 5,996 milliónir krónur, skrivar leiðslan, sum metir, at úrslitið er nøktandi.

Felagið vísir á, at bilasølan er viðbrekin, og tí er trupult at meta um framtíðarútlitini. Felagið er tó av teirri fatan, at sølan fer at minka eitt vet.

Eginognin hjá Reyni Service er nú 51,5, og 56 fólk starvast hjá felagnum.