Gott ár hjá NFÍ

Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð hevði góðan 80.000 krónur í avlopi farna ár

 

Í kvøld hevur Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð (NFÍ) aðalfund á Sjómansheiminum, og tað verður ein væl nøgdur formaður, sum fer at lata formansfrágreiðing.

NFÍ hevði avlop upp á góðar 80.000 krónur, og tað er munandi meiri enn árið fyri.

Norðoyastevnan í fjør eydnaðist væl, og hon hevði við sær inntøkur til bæði feløgini og NFÍ.


Kommunan er við

Í formansfrágreiðingini, sum Jan Gardar fer at geva á fundinum í kvøld, fegnast hann um, at Klaksvíkar kommuna í fjør læt NFÍ stuðul í sambandi við Norðoyastevnuna.

? Bðráðið hevur skift ham frá at vera mótstøðulið til at stuðla NFÍ fíggjarliga, og tað fegnast vit um.

NFÍ fíggjar ein part av nðggja skðlinum við fótbóltsvøllin í Klaksvík, og felagið eigur rættin til at brúka tvær sektiónir undir skðlinum til virksemi hjá limafeløgunum hjá sær.

Aðalfundurin hjá NFÍ verður í kvøld klokkan 19.00