TÍÐINDASKRIV
Nú gott og væl eitt hálvt ár er farið aftur um bak av 2004, verður samandráttur av rokniskapin-um, um gongdina í farna ári hjá Nes kommunu, borin út til øll húski í kommununi.
Bygdarráðið kann staðfesta, at 2003 royndist væl hjá kommununi, bæði fíggjarliga og eisini í aðrar mátar. Í mun til onnur økir í landinum kunnu vit frøast um, at tað er so at siga einki arbeiðsloysi í kommununi. Vit kunnu staðfesta, at skattainntøkurnar vóru eitt sindur hægri enn roknað var við.
Fólkatalið í kommununi er økt, og eisini er eftirspurningurin eftir grundøki til bústaðarbygging vaksandi.
Arbeiðið við at gera eldrasambýlið er liðug. Tey fyrstu búfólkini flyta inn uml. 01. sept. og er pláss fyri 16 fólkum.
Útstykkingin Heygarnar-Gadd er væl ávegis, og nøkur stykkir eru matrikulerað og seld, meðan enn fleiri verða klár í 2004.
Av arbeiðum sum eru í gongd í 2004 kunnu nevnast:
Kommunan arbeiðir í løtununi við at dýpa bátahylin inni í Oyrunum, fyri at gera pláss til trolbátarnar. Hetta vil føra við sær, at tað fer at verða rúmligari, við Toftagjógv, hjá teimum skipum og bátum, ið skulu landa á Toftum.
Endiliga er gongd komin á við at fáa vegin úti á Nesi breiðkaðan, og vónandi kann arbeiðið gerast liðugt í ár.
Viðvíkjandi skúlanum kann nevnast, at kommunan í eina tíð hevur sett pening av á fíggjarætlanini, til skúlaútbygging. Eftir ætlan, fer arbeiðið við skúlavíðkanini í gongd um ársskiftið.
Higartil í ár eru skattainntøkurnar á leið tað sum mett varð um og vóna vit, at hetta kemur at halda.
Í samandráttinum, sum verður borin út til øll húskir í kommununi, sæst meiri nágreiniliga, hvussu 2003 hildnaðist hjá Nes kommunu, sigur bygdarráðið á Nesi í tíðindaskrivi.