Bryggjarífyritøkan í Klaksvík hevði 13 mió. krónur í avlopi í fjør. Føroya Bjór hevði góðar 13 milliónir í yvirskoti í fjør, og tað er næstan fimm ferðir meiri enn árið fyri.
Tað góða úrslitið stavar sambært Vinnuvitan í høvuðsheitum frá stórum vøkstri í fíggjarpostum, og millum annað bleiv smápartafelagið 1.6 1996, sum Café Natúr leigar frá, selt um ársskiftið.
Tey seinastu trý árini er eginpeningurin í Føroya Bjór vaksin úr 36 upp í 86 mió. krónur. 36 ársverk eru hjá fyritøkuni.