Pauli Einarsson, formaður í Føroya Oljuídnað var millum luttakararnar á oljumessuni í Aberdeen í farnu viku. Hann sigur við Sosialin, at føroyingar fingu nógv burtur úr og heldur fyri, at føroyski básurin stóð einki aftan fyri aðrar básar á framsýningini.
Básurin var karmur um føroysku luttøkuna, har umleið 80 umboð fyri vinnulív, stovnar og feløg vóru við. -Tað var so sanniliga ikki nakað at skammast av at hava sett upp ein slíkan bás, og eg skal her senda eina serliga tøkk til Menningarstovuna og tey fólkini, sum mannaðu básin. Tey gjørdu eitt sera gott og professinelt arbeiði og umboðaðu Føroyar til eitt ug. Her var talan um gott ?teamwork?.
Pauli Einarsson er samdur við teimum, sum siga, at tað er umráðandi at vera við á eini slíkari ráðstevnu og framsýning.
Fingu nógv burturúr
-Vit hava havt høvi at tosa við umboð fyri nógvar av fyritøkunum, sum í dag virka í altjóða oljuvinnuni, og eg eri sannførdur um, at hetta er nakað, sum er vert at byggja víðari á. Umboð fyri tær einstøku fyritøkurnar hava fingið nógv burtur úr.
Hann heldur luttøkuna á messuni sum heild vera eitt sera gott PR fyri føroyskan ídnað og eisini føroyskar myndugleikarnar.
Formaðurin í Føroya Oljufelag heldur tað eisini vera gott, at Oljuráðleggingarnevndin í síni frágreiðing til myndugleikarnar longu hevur spælt út við ynskinum um, at alt, sum hevur samband við eina komandi leiting, skal um føroyskan keikant.
-Tá útlendsk oljufeløg frættu hetta fingu samrøðurnar ein heilt annan dám, og tú merkti tær, at fyritøkurnar eru meira hugaðar fyri at tosa um eitt ítøkiligt samarbeiði, nú tær vita, at hvørjar treytir helst verða við í lóggávuni og loyvum annars.
Pauli Einarsson sigur seg vóna, at vit nú ikki drála, men at tað verður yvir føroyskan keikant frá fyrsta degi.
Áttu at sett fleiri treytir
Hann er annars samdur við tey, sum siga, at vit áttu at gjørt meira við at sett fleiri treytir í tey forkanningarloyvi, sum eru givin á føroyskum øki.
-Eg haldi, at vit kundu havt gjørt meira á hesum øki, uttan at feløgini lótu seg ræða av tí. Eitt nú við at kravt, at tey fingu sær skrivstovur her heima og harvið høvdu kunnað stýrt kanningunum higani ístaðin fyri frá einum útlendskum kontóri. Tá høvdu okkara myndugleikar eisini meiri eftirlit við útviklinginum, og hetta hevði eisini verið rættari út frá trygdarligum orsøkum.
Pauli Einarsson heldur, at tað hevði verið meira virksemi á keiøkjunum, um seismikkfeløgini lótu síni skip brúka føroyskar havnir heldur enn útlendskar ta tíðina tey arbeiða í føroyskum øki.
Hann sigur víðari, at vit í framtíðini eiga at seta feløgunum fleiri treytir men tó ikki fyri einhvønn prís. Vit mugu eisini kunna vera kappingarførir og vísa, at vit kunnu kappast. Men koma skipini ikki inn í føroyska havn so sleppa føroyskar fyritøkur heldur ikki at vísa, um tær eru førar fyri at servisera skipini.
Annars heldur formaðurin í Føroya Oljuídnað, at vinnan sjálv má eisini vísa størri áhuga fyri hesum spurningum skal nakað spyrjast burturúr.