Gott og sunt tiltak á Sandi

Sandoyingar hava nú ein einastandandi møguleika at kann sína heilsu

 


Hjartafelagið í Sandoynni


Hjartafelagið skipar hósdagin og fríggjadagin fyri tiltøkum í Sandoynni. Tað er árliga kanningin hjá felagnum, sum hesaferð er í oynni. Hóskvøldið klokkan 19 verður fyrilestur í bygdarhúsinum á Sandi, har Heðin Thomsen, yvirlækni, heldur fyrilestur um hjartasjúkur, viðgerð av hjartasjúkum og um úrslitini av kanningunum, sum Hjartafelagið hevur gjørt aðrastaðni í Føroyum. Eftir tað fer kostráðgevin, Mariann Patursson at tosa um heilsugóðan kost. Høvið verður at seta spurningar.


Fríggjadagin frá klokkan 10 til 17.30 verður ?opið hús? í bygdarhúsinum á Sandi. Har fáa fólk høvi til at máta sítt kolesterol, blóðtrýst, blóðsukur, hædd og vekt. Tá verður eisini høvi at fáa gjøllari kunning um fyribyrgjan og viðgerð av hjartasjúku m.a. um kost og íðkan av kroppinum.


Talan er um eitt afturvendandi tiltak hjá Hjartafelagnum. Felagið sigur seg hava eitt hjartamál: at gera sítt til at minka títtleikan av hjartasjúku og blóðrenslusjúku í Føroyum, og tað verður m.a. gjørt við at upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur og eggja fólki til at fyribyrgja hesar við at tey sjálvi taka seg um reiggj og fáa ein sunnari livihátt. Formaður í felagnum er Sólvá Dam og vónar hon, at sandoyingar fara at møta væl upp til tittøkini hjá felagnum. Mong eru ivaleyst tey, sum ganga við ov høgum blóðtrýsti ella ov nógvum kolesteroli fyri ikki at tosa um ov nógvum sukuri í blóðinum ? uttan at vita av tí sjálvi. Ein skjót og løtt kanning kann staðfesta um so er - og tað týdningarmesta: hon kann bøta um skaðan tvs. at fólk við at broyta livihátt kunnu gerast frísk og harvið forða fyri álvarsligum sjúkum. Tað kann gera lívið betri og longri. Hetta krevur tó, at fólk vilja seta tíð av til hetta. So eini góð ráð til allar sandingar: farið í bygdarhúsið hóskvøldið og fríggjadagin.