Gott ímillum Kvívík og Vestmanna

Vestmanna kommuna tekur sakarmálið um bátahylin á Válinum aftur og fer ikki í hægstarætt við sakarmálinum um markatalsmarkið millum Kvívík og Vestmanna Hetta varð einmælt samtykt á kommunustýrisfundinum í Vestmanna fyrr í vikuni, og var tað, sum borgarstjórarnir mæltu til.

Bygdarráðssamtyktirnar verða nú sendar sakførarunum, sum síðani boða Føroya Rætti frá, at kommunurnar eru samdar um at taka sakarmálið aftur.

Viðvíkjadi markatalsmarkinum halda kommunustýrislimirnir, at ein væntað kommunusamanlegging ger málið minni týdningarmikið; markatalsmark millum markatalsbygdir í somu kommunu er ikki forðing fyri menning og útbygging. Harumframt heldur bygdarráðið, at tað er tekin um góðan samstarvstarvsvilja, at Vestmanna Kommuna ikki roynir sakarmálið í Hægsta Rætti.