Uppi við Skótahúsið við Havnará hevur kommunan eisini fríðkað um økið, nú ólavsøkan er í nánd. Í fyrstu atløgu varð hetta pettið av ánni tømt fyri vatn, og síðani er gosvatnið shinað eitt sindur upp, soleiðis at tað nú tykist mest sum spildurnýtt. So ivaleyst er talan her um gott mið, um leitast skal niðan í Viðarlundina, tá tað onkra ólavsøkunátt er vorðið fríggingarmyrkt.