Gott - men ikki nóg gott

Hetta er gott, men tað skal meiri til.

Ætlanin hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn um at hækka barnaískoyti til stakar uppihaldarar, fær lunkaða móttøku í samgonguni.

 

Bæði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum var talskvinna fyri Fólkaflokkin, og Rósa Samuelsen, sum er talskvinna fyri Sambandsflokkin, halda, at tað er gott, at barnaískoytið hækkar.

 

Men tær eru eisini samdar um, at tað skal meiri til og tær góvu onga tilsøgn um at tær fóru at taka undir við ætlanini

 

Tað, sum teir tríggir andstøðuflokkarnir skjóta upp, er, at barnaískoytið til stakar uppihaldarar, sum nú er 1.632 krónur um ársfjórðingin, verður hækkað upp á 2.400 krónur um ársfjórðingin, ella 256 krónur um mánaðin fyri hvørt barn.

 

Flokkarnir vísa á, at tað gongur illa at fáa fólk at flyta heim aftur og ein máti at gera tað lættari at flyta heim, er at gera fíggjarligu korini lættari.

 

Talskvinnurnar hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum halda ikki, at ein bati á 256 krónur fyri hvørt barn um mánaðin, er nóg mikið til at fáa fólk at flyta heim aftur.

 

Tær báðar nevndu, at tað er eisini neyðugt at tryggja útbúgvingarpláss, arbeiði og bíligan bústað.

 

Í hesum sambandi helt Rósa Samuelsen, at ein gongd leið er at lata teimum, sum eru ringast fyri, bústaðarstuðul.

 

Men tær søgdu kortini einki um, antin hetta eru spurngingar, samgongan arbeiðir við.