Rás2/in.fo fekk ígjár orðið á formannin hjá Bragdinum, Fríðrik Bláhamar, sum skipar fyri Tórshavn Marathon.
Fríðrikur Bláhamar er væl nøgdur við kappingarnar í marathon og í hálvum marathon, og hann heldur, at Tórshavnar Marathon er komið í eina fasta legu. Tó var Fríðrikur alt annað enn nøgdur við undirtøkuna fyri rørslutiltakinum "Rør teg Tórshavn".
Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Fríðrik Bláhamar um Tórshavn Marathon, sum var tikin upp beint við málið.
(Mynd: Einar Vang)