Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir í AB fingu eitt gott lutakast í donsku steypakappingini í gjár. AB skal í fjórða umfari av steypakappingini spæla ímóti Danmarkseriuliðnum Nordvest FC. Í seinasta umfari sendi AB, sum spælir í næstbestu donsku deildini, superligaliðið FC Midtjylland úr steypakappingini. Venjarin hjá Christian Høgna Jacobsen - hann eitur Flemming Christensen - sigur við bold.dk, at AB nú hevur ein góðan møguleika at koma víðari í steypakappingini. AB og Nordvest FC spæla mikudagin 29. oktober.