Tað lagaði seg soleiðis, sum landsliðsvenjarin hjá Danmark hevði vónað, tá tað seinnapartin varð tikin lutur um, hvussu tey átta londini í endaspælinum til EM skuldu bólkast.
Danmark kom í bólk við Sveits, Hvítaruslandi og Íslandi. Í hinum bólkinum hittast Ongland, Spania, Kekkia og Ukraina.
Ísland hevur skotið flest mál á veg til endaspælið, men nú sleppur Danmark undan góðum tjóðum sum Onglandi, Spania og Ukraina.
Byrjunardysturin verður móti Sveits 11. juni, og tað metir Keld Bordinggaard sum ein góðan dyst at byrja við.
So er bara at bíða eftir, hvat A-landsliðs venjarin hjá Sveits, Ottmar Hitzfeld, fer at gera. Sveits hevur ein týðandi dyst móti Onglandi í vár. Hann hevur nevniliga áður brúkt av bestu U21 leikarunum á A-landsliðnum.