Veðurtænasturnar í grannalondum okkara eru á einum máli um, at tað verður turt í dag. Ivamálið er, nær sólin fer at kaga fram.
DMI sigur gul til stívt andøvsgul av eystri í dag, 5 til 10 m/s, at sólin verður frammi fyrrapartin, men út á seinnapartin fer at draga samanum. Norska veðurtænastan Yr boðar eisini frá gul til stívt andøvsgul av eystri ella landnyrðingi í dag, men sigur, at meðan tað er skýggjað fyrrapartin, fer sólin at kaga fram frá klokkan 13. Norska veðurtænastan Storm sigur neyvt tað sama, tó at hon ikki væntar sólina at kaga fram fyrr enn klokkan 17 í dag.
Yr og íslendska Belgingur eru tó á einum máli um, at frá midnáttarleitinum fer at regna. Yr væntar ikki tað heilt stóra avfallið, men kortini verður vátt fram móti morgni, meðan Belgingur boðar frá meiri regni heilt fram til um 10-tíðina í morgin árini.
Annars ljóðar fimm-daga forsøgnin hjá DMI soleiðis:
Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland liggur mest sum í stað og um vikuskiftið nærkast brúgvaløg stundum Føroyum av suðri. Eftir vikuskiftið mennist eitt hátrýst norðan fyri Føroyar, sum skapar ein streym av óstøðugari luft við ælaveðri av landnyrðingi. Seinni í vikuni fara nýggj lágtrýst og brúgvaløg at nærkast okkum av útsynningi.
Í dag
Hann øtlar vindin út á dagin, upp í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Tað verður turt og fyrrapartin nakað av sól, men út á seinnapartin meiri skýggjað. Hitin millum 12 og 16 stig. Í kvøld og í nátt framvegis gul til stívt andøvsgul av eystri, seinni av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sum frá líður skýggjað og hitin um 10 stig.
Í morgin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Stundum sólglottar og møguliga okkurt æl. Í annaðkvøld og sunnunáttina yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum og regn. Hitin millum 12 og 16 stig, um náttina niður í 10 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl og mjørki í støðum. Hitin um dagin millum 12 og 16 stig, um náttina niður í 10 stig.
Mánadagin
Fleyr til gul av landnyrðingi, undir 5 m/s. Sólglottar, men møguliga ælaveður. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av norðanætt ella ymsum ættum, undir 8 m/s. Ælaveður, men stundum sól. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 7 til 10 stig.
Mikudagin
Fleyr til gul av landsynningi, undir 5 m/s, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl, um náttina dregur saman um og tað fer at regna eitt sindur. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.









