Gott lag á Newcastle-fjepparunum

Um vikuskiftið bleiv eitt føroyskt Newcastle-fjepparafelag sett á stovn, og eftir stovnandi aðalfundin var lagið gott á monnum, tí fyrsti dysturin í nýggja kappingarárinum endaði við einum 3-1 sigri

Áhugin fyri ensku Premier League er ovurhonds stórur í millum føroyingar, og hetta hevur m.a. borið við sær, at fleiri fjepparafeløg eru sett á stovn kring landið. Mitt í síðsta kappingarárið bleiv føroyska fjepparafelagið hjá Arsenal sett á stovn, og undan fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum í Premier League um vikuskiftið bleiv enn eitt føroyskt fjepparafelag sett á stovn.

Hesaferð vóru tað fjepparar hjá Newcastle United, sum høvdu tikið stig til at seta á stovn eitt fjepparafelag, og nakrir teirra møttust á Bryggjuni í Vestmanna leygardagin til stovnandi aðalfundin.

Tað eru teir báðir, Jóhann Lützen úr Klaksvík og Fróði Jacobsen, sum hava tikið stig til átaki, og hetta fall í góða jørð hjá Newcastle-fjepparum kring landið. Sjálvt um bert 12 mans møttu til stovnandi aðalfundin, so vóru fleiri afturat, sum høvdu boðað frá undan fundinum, at tey eisini ætlaðu sær at gerast limir í Newcastle Føroyar, sum fjepparafelagið eitur.


Fantastisk byrjan

Og ikki kann sigast annað enn, at nýggja fjepparafelagið fekk eina fantastiska byrjan. Eftir fundin fóru teir allir at hyggja at fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum hjá Newcastle, har teir vóru á vitjan hjá Bolton.

Við undantaki av síðsta kappingarári, so fær Newcastle aloftast eina ringa byrjan uppá eitt kappingarár, men soleiðis var ikki hesa ferð. Felagið fekk nevniliga eina dreymabyrjan, og eftir bert 27 minuttum var støðan 3-0 til Newcastle við tveimum málum frá Martins og einum frá N’Zogbia.

Í seinna hálvleiki pyntaði Anelka um munin, men Newcastle vann dystin 3-1 og hevur sostatt fingið eina sera góða byrjan upp á nýggja kappingarárið.

Annars er vert at leggja afturat, at Newcastle Føroyar arbeiðir við at fáa eina heimasíðu, sum kemur at eita www.newcastle.fo. Henda verður ætlandi liðug heilt skjótt. Fjepparafelagið ætlar eisini at skipa fyri túrum til St. James’ Park at hyggja at fótbólti, men nær fyrsti túrurin verður, er enn ikki greitt.