Tað hevur verið siður trý tey seinastu árini, at Fuglafjarðar býráð bjóðar til morgunmat í Mentanarhúsinum á Varmakeldu.
- Í gjáramorgunin klokkan 9.00 lótu dyrnar upp, og onkur vildi vera við, at helvtin av bygdini hevði verið og fingið sær ein munn og har var hópin av rundstykkum og viðskera afturvið, sigur Dávur Winther, sum var framvið og tók myndir.
Klokkan 11.30 var enn nógv fólk. Tað var tó ikki bert drekkamunnurin, sum kom væl við, men nógva góða prátið afturvið, við tey mongu tú ikki sær dagliga. Og onkur fuglfirðingur, sum býr aðrastaðni var eisini komin at vitja.
Jú, sanniliga ein hugnalig løta og ein góður siður við hesum varmakeldudrekkamunninum, sum onkur helt kundi verið ofatri.