Gott lag á Countryfestivali

Í dag er tann stóri dagurin á Countryfestivalinum í Sørvági. Byrjað var við morgunmaðut í 07 Vesturhúsinum, og klokkan 13 komu bilar til Trucker-festivalin, sum annars verður í morgin klokkan 13 úti á Bakka í Sørvági.

Í dag og í kvøld verður nógvur tónleikur á skránni, og her verða fleiri bólkar at hoyra bæði á Dunga­ palli og Stakkapalli.

##med2##

Klokkan 15 verður barnatiltak við Rógva B. Dam á Dunga­palli, og her fer fyrsti tónleikabólkurin á pall klokkan 20.

Bæði á Dungapalli og Stakkapalli verða tónleikaframførslur alt kvøldið.

Seinasti bólkurin fer á Dugnapall í kvøld klokkan 01, og seinasti bólkurin fer á Stakkapall klokkan 02.

##med2##

Sunnumorgunin klokkan 8 verður aftur morgunmatur í 07 Vesturhúsinum.

Meira um Sørvágs Country & Bluesfestival kann lesast á country.fo

Skráin fyri Countryfestivalin sæst her: Country.fo

 

##med3##

##med5##

##med4##

##med6##

##ms##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##