Gott kyndilskvøld á Skála

Bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá Kyndli vunnu sigrar í høllini á Skála í gjárkvøldi

Tveir dystir blivu spældir í ávíkavist Hvonn- og FTZ-deildini í gjárkvøldi. Í báðum førum var talan um dyst ímillum StÍF og Kyndil - fyrst kvinnudystur og síðani mansdystur. 

 

Kyndilsfólk kundu fara glað og væl nøgd heim aftur úr høllini á Skála í gjár, tí at Kyndil vann báðar dystirnar. Í kvinnudystinum vunnu kyndilskvinnur rættiliga tryggan sigur, sum ikki veruliga kom í vanda - 22-18. Hálvleiksstøðan í hesum dystinum var 13-7 til Kyndil, og harvið eydnaðist tað StÍF at vinna seinna hálvleik, men tað rakk ikki til stig.

 

Í mansdystinum var talan um somu søgu, tí at aftur tá vann Kyndil tryggan sigur, hóast heimaliðið vann seinna hálvleikin. Hálvleiksstøðan í hesum dystinum var 17-10 til Kyndil, men eitt sindur spennandi bleiv tað í seinna hálvleiki, tí at endaliga úrslitið gjørdist 31-28 til Kyndil.

 

Stigatalvan í Hvonndeildini sæst HER.

 

Stigatalvan í FTZ-deildini sæst HER.

 

Málskjúttarnir frá dystunum í gjárkvøldi síggjast niðanfyri:

 

Hvonn: StÍF-Kyndil 18-22 (7-13)

 

StÍF: Ninna K. Johansen 5, Guðrið Poulsen 4, Paula Høgnesen 3, Erla Petersen 2, Birna T. Johannesen 2, Poula D. Berg 1 og Bára Berg 1.

 

Kyndil: Anna Brimnes 9, Guðrið G. Eystberg 4, Súna K. Hansen 3, Bára K. Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Lea Durhuus 1 og Anja Eliasen 1.

 

 

FTZ: StÍF-Kyndil 28-31 (10-17)

 

StÍF: Sveinur Justinussen 9, Allan Norðberg 5, Pætur Johansen 4, Jógvan Gregersen 4, Fríði Djurhuus 2, Borgar M. Persson 2, Pætur Joensen 1 og Teitur Nielsen 1.

 

Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Høgni Klein Olsen 6, David Edvardsen 4, Bartal Klein Olsen 4, Kristoffur Kristoffersen 3, Josef Abrahamsen 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, Rógvi Dal Christiansen 2 og Torvald Abrahamsen 1.