Gott Jan!

Umsíðir samtykti um­boðs­ráð­ið hjá Ognarfelag Trygg­ing­ar­tak­ar­anna – sum er evsta valdið í Tryggingarfelagnum Føroyar – at opinleiki skal valda í felagnum, tá tað ræður um at velja fólk í umboðsráðið.

Higartil hevur tað verið so­leið­is, at trygg­ing­ar­tak­ar­ar hava ver­ið noydd­ir at bið­ið um at­kvøð­u­seð­il fyri at sleppa at velja. Og ikki les­ar­um at siga, trygg­ing­ar­tak­ar­ar­nir hjá Trygg­ingar­fel­ag­num Fø­royum eru nógvir, tí tað er ein og hvør, sum bara hev­ur onkra trygg­ing har. Trygg­ing­ar­tak­ar­ar­nir eiga fel­­ag­ið, so tað var ikki annað enn nát­úr­ligt, at teir fáa at­kvøð­u­seð­il send­andi, so tað er lag­að manni hjá øllum at at­kvøða.

Men soleiðis verður tað næstu ferð. Á aðalfundinum fríggj­­a­­­dag­in samtykti um­boðs­­­ráð­­ið uppskot frá Jan Müll­­­er, um­­b­oðs­­ráðs­limi, sum broytir hetta. 33 av 35 um­boðs­ráðs­l­im­um tóku undir við Jan Müll­er.