Gott Jógvan á Lakjuni – og tó

Heðin Mortensen, stýrisformaður Kommunusamskipan Føroya
www.ksf.fo

Kommunusamskipan Føroya fegnast um, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, vil hava kommunurnar at umsita fólkaskúlan. Men ávísar ætlanir, sum ikki eru hansara egnu, skurra tíverri almikið.

Í frágreiðingini um fólkaskúlan, ið landsstýrismaðurin hevur latið løgtinginum til aðalorðaskifti, mælir landsstýrismaðurin nevniliga til, at fólkaskúlin verður lagdur út til kommunurnar at umsita. Hetta er í samsvari við PISA-tilmælini, og hetta er eisini í samsvarvi við krøvini frá limakommununum í KSF.

Eingin ivi er um, at ógreiða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur viðvíkjandi fólkaskúlanum er ikki til gagns fyri fólkaskúlan.

Í øllum grannalondum okkara er grundskúlin fyri fleiri árum síðan lagdur út til kommunurnar at umsita. Tað er ikki uttan orsøk. Tað er úti í kommununum, at skúlin virkar, og tað er úti í kommununum, at einstaki tørvurin verður best nøktaður. Kommunurnar kenna best tann staðbundna tørvin og kunnu skjótari enn nøkur miðfyrisiting skipa tær hóskandi tænasturnar.

Kommunurnar í Føroyum eiga at fáa størri ábyrgd av fólkaskúlanum – serstakliga viðvíkjandi ítøkiliga innihaldinum og virkseminum í skúlanum.

Tað er tí gleðiligt at staðfesta, at landsstýrismaðurin tekur fult undir við hesum. Hann vísir í frágreiðingini m.a. á, at ábyrgdin skal liggja nærri borgaranum, at kommunali myndugleikin skal hava størri ávirkan á viðurskiftini, og at tað skulu vera kommunurnar sjálvar, sum avgera, hvussu skúlaskapurin í kommununi verður skipaður og raðfestur útyvir tey lógarásettu minstukrøvini.

Hetta hevur alstóran týdning – at til ber úti í kommununum at skipa ein betri skúla enn tað, sum er ásett í lógini. Tann størsta vinningin fær tann einstaki skúlanæmingurin, ið fær eitt tilboð, sum er munandi betri sett saman til serstaka tørvin, og sum harafturat er í samsvari við fólkaviljan á staðnum.

Skurrið
So skuldi alt verið gott – her er bara at seta í verk útleggingina av fólkaskúlanum til kommunurnar.

Men tíverri hava ymsar ørkymlandi ætlanir sníkt seg inn í frágreiðingina, og sum neyðugt er at ávara ímóti.

Tí aftaná greiða málið um at leggja skúlan út til kommunurnar, verður sett upp eitt alternativt uppskot um at skipa skúlan í eina meginfyrisiting og eitt tal av økisfyrisitingum kring landið. Hetta er eitt kent embætismannauppskot frá einum av Visjón 2015-strategiskjølunum, og sum KSF als ikki tekur undir við.

Høvuðsatfinning okkara er, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið als ikki verður greiðari. Meðan meginfyrisitingin er Mentamálaráðið, so eru økisskúlafyrisitingarnar í veruleikanum eisini Mentamálaráðið.

Tað er nevniliga landsstýrismaðurin í mentamálum, sum skal seta leiðaran fyri økisskúlafyrisitingina. Og umvegis leiðaran skal Mentamálaráðið framhaldandi detailstýra alt undirvísingarvirksemið í skúlunum líka frá ítøkiliga tíma- og lærugreinabýtinum til starvsfólkanormeringina v.m.

Tað merkir, at kommunurnar onga sum helst ávirkan koma at hava á skúlan. Tær fáa ikki eingang heimild at seta í starv hægsta leiðaran fyri teirra egnu skúlar. Kommunustýrislimirnir og borgararnir mugu bara hyggja at, meðan teirra skúli skorar botnkarakter í PISA-kanningunum framyvir.

Hetta er í veruleikanum ein ógvuslig ómynduggerð bæði av kommununum og borgarunum. Úrslitið verður ein skúli, sum als ikki tekur støði í staðbundna tørvinum, og har eingin ábyrgdarkensla er til staðar – og hetta er neyvan ætlanin hjá landsstýrismanninum.

Skurrið steðgar tíverri ikki her. Ætlanin er at skipa eina royndarkommunu til tess at staðfesta, um tað er rætt at leggja skúlarnar út. Serliga er ætlanin í hesum royndarskeiði at fáa størri samstarv millum barnagarð og skúla.

Tað ljóðar harmleyst, men KSF mælir staðiliga frá at ganga hesa leið. Allar kommunur eiga í útgangsstøðinum at hava tær somu lógarásettu uppgávurnar. Tað er eisini umráðandi, at allar kommunur hava somu royndir at byggja víðari á.

Nú hevur landsstýrismaðurin valt at peika á eina ávísa kommunu sum vælegnaða royndarkommunu. Hvør grundgevingin fyri hesum vali er, er trupult at meta um.

Tað er tó greitt, at verður henda royndarskipan sett í verk, so er tað upp til eina meira ella minni tilvildarliga kommunu at prógva, at tað ber til hjá kommununum at umsita skúlan við so mikið góðum úrslitum, at allar kommunurnar skulu umsita skúlan.

Men kanska ætlanin hjá onkrum í veruleikanum er at prógva, at tað ikki ber til?

Okkara áheitan á landsstýrismannin er at halda seg til sítt greiða – og rætta – mál, sum er at leggja skúlan út til kommunurnar at umsita sum skjótast, og annars at sløkkja fyri skurrinum beinanvegin.

Verður fólkaskúlin betri?
KSF hevur sett sær sum mál, at fólkaskúlin saman við musikkskúlaskipanini, frítíðarundirvísingini og skúlabókasøvnunum verða løgd út til kommunurnar at umsita í 2008.

Hetta merkir, at kommunurnar skulu fíggja, umsita, raðfesta, avgera og fremja alt virksemið á skúlaøkinum sambært ásettum lógum, reglum, minstukrøvum og – ikki minst – sínum egnum ynskjum.

Frammanundan umsita kommunurnar dagstovnaøkið. Tað er tí fyri tað fyrsta bert kommunurnar, sum kunnu skipa og tryggja eina gevandi og mennandi innskúling, har pedagogar og lærarar virka á báðum økjum og sostatt fylgja tí einstaka barninum yvir fleiri ár.

Fyri tað næsta er tað bert kommunurnar, sum kunnu skipa fyri nøktandi heildartilboðum til næmingar og foreldur, har barnaansing, fólkaskúli, musikkskúli, frítíðarskúli v.m. eru samskipaði yvir ymsar tíðir á degnum.

Kommunurnar eru eisini nógv betri fyri at fremja neyðugar raðfestingar í sambandi við ítøkiliga undirvísingarvirksemið í skúlanum.

Hesar raðfestingar byggja á staðbundnan tørv ella ítøkilig ynski um at veita eitt betri tilboð enn minstukrøvini – eitt nú til at seta serráðgevarar í starv til lesi- og skriviveikar næmingar, at gera serstøk átøk at betra um lesiførleikan sum heild, at áseta eykatímar til náttúrufak á ávísum flokststigum, at gera ávísar royndarskipanir til næmingar, ið ikki fáa nóg nógvar avbjóðingar v.m.

Hetta merkir, at kommunurnar eru virknir aktørar í at menna skúlan á staðnum, hvat ein miðfyrisiting als ikki hevur møguleika til.

Kommunubygnaðurin og fíggingin
Tá tingfólk umrøða útlegging av fólkaskúlanum og øðrum uppgávuøkjum við, so eru tað tvey viðurskifti, ið tey ofta taka fram fyri at seta forðingar í vegin fyri hesi gongd.

Tað eina er kommunubygnaðurin – at tað ber ikki til at leggja skúlan út til smáu kommunurnar. Føroyar mugu fyrst skipast í færri kommunur, er undanførslan.

KSF hevur altíð virkað fyri færri og burðardyggum kommunueindum, men tað er í sjálvum sær ikki neyðugt at bíða eftir hesum. KSF kann liva við, at fólkaskúlin verður lagdur út til kommunal samstarvsøki. Henda skipan verður longu brúkt á øðrum lógarbundnum uppgávuøkjum, so tað er ikki nakar meinbogi fyri vælvirkandi kommunalum bygnaði undir fólkaskúlanum.

Tað næsta er fíggingin, har tað javnan verður hildið uppá, at neyðugt er við javningarskipan millum kommunurnar. At kommunurnar eru so ójavnar í inntøkugrundarlagi og útreiðslutørvi, at hetta fer at ávirka umsitingarligu uppgávuna so mikið, at tænastustøðið verður ymiskt úti í ymsu kommununum.

KSF metir, at hetta er ikki í samsvari við veruleikan. Fyri tað fyrsta, so skal peningur fylgja við útlagdu uppgávuni skilt á tann hátt, at kommunuskatturin skal hækka við tí, sum skúlin kostar at reka, og landsskatturin lækka samsvarandi. Er henda fortreyt til staðar, so er ikki nakar serstakur tørvur á javningarskipan í sambandi við kommunala raksturin av fólkaskúlanum.

Fyri tað næsta er vavið av javningini altíð sera lítið í mun til samlaðu kommunalu fíggingina – eini 3 %. Henda sera avmarkaða upphædd er tí ikki tað, sum fer at gera av, um ein kommuna megnar at røkja sína uppgávu viðvíkjandi fólkaskúlanum ella ei.

Nú skal tað verða
KSF fer við stórum áhuga at fylgja við í aðalorðaskiftinum týsdagin. Hetta kanska verður eitt søguligt orðaskifti, tí nógv stór tøk skulu takast, um so er, at vit skulu fáa tann góða fólkaskúlan, vit øll ynskja.

KSF er ikki í iva um, at rætta politiska avgerðin er at leggja umsitingina av skúlanum til kommunurnar – ongantíð ov skjótt og helst ikki seinni enn í 2008.

KSF fegnast tí um, at landsstýrismaðurin vil hava kommunurnar at umsita skúlan, og tað skal hann hava rós fyri. Men hann eigur bert rósið uppiborið, um so er, at kommunurnar fáa veruliga ávirkan og fulla ábyrgd av virksemi skúlans.

KSF fegnast eisini um, at Føroya Lærarafelag í PISA-álitinum tekur undir við hesum.

Allir partar eru tí samdir. Tað er nú upp til løgtingið at taka lógvatak saman við okkum øðrum.

Nú skal tað verða!