Ein veikur hátrýstsryggur yvir Føroyum gevur hampuligt veður mikudagin. Síðani koma fleiri brúgvaløg við regni og vindi úr útsynningi og suðri.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan og landsynning. Turt og sólglottar og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin um 8 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og regn av og á. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, seinni suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, og skýggjað við regni, men út á náttina klárar í. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og sól, seinni regn av suðri. Um náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, í støðum upp í 18 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men út á náttina klárar í, tó verður okkurt æli. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 11 stig
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Okkurt æli, men eisini sólglottar. Dagshitin millum 7 og 9 stig, um náttina niður í 5 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum minkar og snarar í ein landsynning. Fyrst ælaveður, seinni turt og sólglottar. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, seinni útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, um náttina makar hann niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst regn, seinni klárar í, tó við onkrum æli. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 stig.











