Tað er at njóta góða veðrið í dag, tí sambært Peturi Skeel byrjar at regna í kvøld og verður neyvan turt aftur fyrr enn fríggjadagin, tó verða onkrir sólglottar mikudagin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Petur Skeel Jacobsen lesa veðurtíðindini.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og um kvøldið regn. Hitin millum 8 og 11 stig.
Fyrrapartin týsdagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Seinnapartin verður minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig.
Hósdagin verður eitt stívt andøvsgul av vestri og sólglottar, men okkurt æli. Fríggjadagin lot av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Petur Skeel Jacobsen lesa veðurtíðindini.