Gott hugskot við einari sjúkrahúsleiðslu

Aksel V. Johannesen, heldur tað vera eitt gott hugskot at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina leiðslu í veiðuni eftir at hava færri dupultfunktiónir. Stjórarnir á smærru sjúkrahúsunum duga ikki at síggja meiningina við tí

Megnar núverandi stjórabólkurin í sjúkrahúsverkinum ikki at koma á mál við at rationalisera sjúkrahúsverkið viðvíkjandi dupultfunktiónum, so hevði tað helst verið eitt gott hugskot at leggja øll sjúkrahúsini undir somu leiðslu, sum kann fáa broytingarnar gjørdar.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, eftir at bæði limir í Sambandsflokkinum og í Javnaðarflokkinum hava tosa um at leggja øll trý sjúkrahúsini aftur undir somu leiðslu, sum tað eisini var fyri nøkrum árum síðan.

– Tað eru sjálvandi fyrimunir við at hava eina leiðslu við trimum sjúkrahúsum í mun til at hava trý sjúkrahús við heilt ymiskum leiðslum, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann leggur afturat, at málið hjá honum er at fáa sjúkrahúsini – sum hann heldur samstarva væl – at samstarva enn betri.

Men sjúkrahússtjórarnir á smærru sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík meta, at samstarvið í dag longu er gott.

– Vit samstarva um heilt nógv ting. Samstarvið er gott í dag, men blívur mann við at siga, at sjúkrahúsini ikki samstarva, so endar tað við at vera sannleiki, sigur Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri í Klaksvík.

Hann leggur tó afturat, at tað kanska eru ávis øki, sum sjúkrahúsini kundu samstarvað betri um, men at tað verður arbeitt við tí í stjórabólkinum, sum er mannaður við stjórunum á øllum sjúkrahúsunum í Føroyum.

Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur somuleiðis, at hann illa dugir at ímynda sær, at samstarvið verður betri, um sjúkrahúsini verða løgd undir somu leiðslu, og hann undrast, at hetta skal vera ein partur av veiðuni eftir 800 milliónum krónum.


Kostar meira

Ronnie Midjord fer enntá so mikið langt, at hann ikki sigur seg ivast í, at ein leiðsla afturat kemur at kosta meiri pening.

– Uttan so, at vit tríggir skulu koyrast, so má tað siga seg sjálvt, at ein leiðsla afturat kostar pengar, sigur Ronnie Midjord.

Heri Ellingsgaard fer ikki heilt líka langt, men er partvíst samdur.

– Í ringasta føri verður ein leiðsla dýrari, og í besta føri kostar hon tað sama, sigur sjúkrahússtjórin í Klaksvík.


Dupultfunktiónir

Men tað er ikki beinleiðis í leiðslunum, at Aksel V. Johannesen, sær møguleikan at spara pengar.

– Tað er ein spurningur um óneyðugar dupult funktiónir – og bít merki í óneyðugar, sigur Aksel V. Johannesen.

Men eru nakrar óneyðugar dupultfunktiónir?

- Ja, tað eru nokk nakrar.

Hvørjar?

Tað kann eg ikki koma inn á, tað er nakað sakkunnleikin skal finna fram til, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum


Trý sjúkrahús

Spurdur um allar hesar rationaliseringarnar innan sjúkrahúsverkið ikki merkja, at vit fáa tvær skaðastovur í Klakvík og á Tvøroyri, og so eitt sjúkrahús í Havn, er Aksel V. Johannesen tó avgjørdur.

– Nei. Hesar broytingar skuldu helst gagnað øllum trimum sjúkrahúsunum, so tað verður eitt betri samstarv, sigur landsstýrismaðurin, og leggur dent á, at tað bert er aktuelt at koma við einari høvuðsleiðslu, um verandi stjórabólkur ikki kemur á mál, ella um samgongan áleggur honum at gera tað.

– Men ein leiðsla kundi helst tvingað meira ígjøgnum, sigur Aksel V. Johannesen.