Nú eru fyrstu fyrireikingarnar gjørdar til nýggja skúlan á Giljanesi, og verður sæð fram ímóti tí degi, tá útgravingin byrjar.
Í hesum sambandi bjóðar Vága kommunu borgarum sínum at fáa flagið, sum verður tikið omanav. Hetta verður gjørligt longu í hesi vikuni.
Sjálvt flagið, ið er vælegnað at tekja við ella til annað, er ókeypis, men avgrevstri og flutningi mugu fólk sjálvi syrgja fyri og bera kostnaðin av.
- Fyri at tryggja, at sjálvur útgrevsturin kann byrja rættstundis, er avgjørt, at seinasta freist fyri at fáa flagið er 25. februar, verður sagt úr Vága kommunu.










