Um veðurforsøgnin hjá DMI heldur, so verður tað gott fótbóltsveður, tá finalan í Løgmanssteypinum verður spæld seinni í dag.
Sambært seinastu veðurforsøgnini hjá donsku veðurstovuni DMI verður tað nevniliga upp til 16 stig í dag.
Leygardag:
Lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sólin sær møguliga. Hitin um dagin millum 10 og 16 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Sunnudag:
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólin sær møguliga. Hitin alt døgnið millum 10 og 15 stig.
Mánadag:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst turt og sólin sær, men seinni kemur regn av útsynningi. Hitin alt døgnið millum 8 og 12 stig.

Gott fótbóltsveður í dag

