Mansflogbóltur
Einki er at ivast í, at ein av orsøkunum til góðu byrjanina hjá ÍF er, at Rúni Weihe í ár hevur valt at spæla við fuglfirðingunum. Ársins leikari seinasta kappingarár hevði annars vónir um at royna seg sum yrkisleikara, men hetta er fyribils lagt á hillina, og tað munnu í øllum førum fuglfirðingar fegnast um.
Fáir veikleikar
Eftir báðar sigrarnar um vikuskifitð fingu vit orðið á Rúna, og tó at hann ásannaði, at teir nú høvdu fingið eina góða byrjan, so dugdi hann ikki rættiliga at siga orsøkina til hetta.
- Tað er nokk fyrst og fremst tað, at vit eru sera væl fyri. Venjingarnar byrjaðu tíðliga, og tó at spælið kanska kundi verið betri ? serliga sunnudagin ? so hevur tað gingið á eini leið. Ikki minst tí vit á liðnum hava gott fólk á øllum plássum, soleiðis at talan ikki verður um nakað veikt punkt.
- Tað er tó einki at ivast í, at hini liðini fara at koma væl við. Mjølnir hava enn ikki fingið veruligt glið á sítt spæl, men teir hava sera sterkt fólk í ár. SÍ var kanska nokk so skert, nú Raiko sat uttanfyri móti okkum, og so er tað eisini Fram. Teir skulu helst gera nakrar umstillingar. Millum annað tí eg sjálvur havi skift felag, men teir hava framvegis eitt sera gott lið, og eg ivist ikki í, at eisini teir fara at gera um seg. Einasta liðið, sum eg ikki rokni við kann gera seg galdandi, er Fleyr, og so verður restin ein dystur millum hini fýra. Vit hava kanska fingið eina góða byrjan, men enn er tað dekan ov tíðliga at rópa okkum fyri favorittar ella nakað líknandi, heldur hann.
Dovna ov tíðliga
Hóast hann letur væl at byrjanini, so heldur Rúni sjálvur, at spælið hjá ÍF væl kundi verið betri í teimum báðum dystunum, sum liðið spældi um vikuskiftið.
- Í báðum førum spæla vit eitt sera gott fyrsta sett, har tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn vit vinna. Tað ger ofta, at tú ótilivitað tekur tað meira róligt, og tað haldi eg eisini hendi hjá okkum. Tíbetur megna vit kortini at halda fast, men tað kann vera vandamikið, um tú soleiðis tekur tær av løttum, og tað er so avgjørt nakað, sum vit skulu betra.
- Og so skulu vit ikki gloyma, at hjá flestu liðunum hevur talan verið um fleiri broytingar í ár. Um ein mánað ella so er spælið uttan iva betri hjá øllum pørtum, og tað er jú ikki fyrr enn í endaspælinum, at avgerðirnar fella, so eg ivist ikki í, at talan verður um eina sera spennandi kapping. Megna vit at lyfta okkara spæl, so kunnu vit væl vera við allan vegin, men hinveign, so sýndi kappingin í fjør, at einki er avgjørt fyrr enn til allar seinast, so tað ræður um at halda kósina allan vegin, sigur Rúni Weihe at enda.