Gott barnatiltak fríggjadagin

Fríggjadagin seinnapartin byrjaði Summarfestivalurin við tiltakið fyri børn, og hetta eydnaðist væl í stúgvandi fullum Flagstjaldi

Barnatiltakið fríggjadagin seinnapartín riggaði stak væl og Flagstjaldið var eisini stúgvandi fult av børnum og vaksnum, ið eisini hugnaðu sær.

Óli eldblásari og gyklarin Ásbjørn løgdu fyri. Børnini vóru hugtikin av Óla, ið loftaði við logandi bóltum og spýtti eld.

Trølla Pætur og Omman hugtaka bæði børn og vaksin, og so var eisini hesaferð. Og nýggja Ommudiddan, sum fyrstuferð var á palli, ger ikki framførsluna verri. Lítil á vøkstri, men so nógv villari, enn Omman, íð annars er tiltikin vill.

Angela og Hannebal duga enn, og børnini kenna tey. Og tey kenna børnini. Tey duga sjáldsama væl at fáa børnini við í framførsluna. Børnini eru 100% við og í parti við Angelu, tá Hannebal roynir at lumpa. Og tó at øll vita, at øll vita, at Hannebal veit og at Angela veit, so riggar hetta hvørjaferð. Ongin kann tó vita seg tryggan, tí Hannebal er ein kúllur, sum ikki smæðist fyri at sproyta vatn á bæði stór og smá.

Silvi, og hansara felagar, høvdu okkurt gott til børnini og tiltakið eydnaðist sera væl, og børnini fingu sín part av festivalskránni.