– Men eg haldi hatta var ein góður dystur. Bæði liðini høvdu sítt at spæla fyri, og faktiskt var eisini ein sigur krav til báðar partar og tað sást aftur, heldur fuglfirðingurin.
Fuglfirðingar høvdu helst ynskt sær øll trý stigini burtur úr dystinum, og Atli Petersen fjalir ikki út yvir, at hann er vónbrotin.
– Sjálvandi eri eg skuffaður nú. Men vit tosaðu saman eftir dystin og vóru samdir um, at avrik okkara var gott og at vit eisini vístu gott spæl til tíðir.
– Nú eru so 90 minuttir eftir at spæla av kappingini, og tað er bara at fáa mest møguligt burtur úr dystinum, sigur Atli Petersen, sum trýr upp á, at ÍF fer at vinna á HB í Gundadali leygardagin.
– Tað nyttar jú ikki at fara á vøllin, og so ikki trúgva at tað ber til, sigur hann.
-rwd