Gott avrik í einum ergiligum tapi

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur harmast 0-1 tapi ímóti KÍ, men sigur seg hava upplivað eitt gott avrik kortini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen aftaná Trygvi hevði sæð sínar spælarar tapt 0-1 ímóti KÍ á útivølli fyrr í dag.

 

Trygvi Mortensen iðrar seg um tepra ósigurin, og iðrar seg um, at verjan hjá 07 Vestur ikki er nóg vakin, tá Hjalgrím Elttør skorar sigursmálið.

 

Annars er Trygvi Mortensen væl nøgdur við avrikið 07 Vestur legði fyri dagin í dag, og hann helt seg síggja nógv gott, sum liðið kann taka við sær til tann fyrsta heimadystin á tí nýggja undirlagnum á Dungasandi í Sørvági komandi leygardag, tá HB kemur á vitjan.