Gott at verða í einari steypahálvfinalu aftur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jákup B. Andreasen staðfestir góða gongd, har KÍ ikki hevur tapt í átta dystum

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við unga miðvallaran hjá KÍ, Jákup B. Andreasen aftaná 2-1 fjórðingsfinalusigurin hjá KÍ ímóti B36.

 

Jákup B. Andreasen stórfegnast um, at KÍ loksins er við aftur í einari steypahálvfinalu. Hann staðfestir eisini, at gongdin er framúr góð hjá KÍ, tí teir hava ikki tapt í átta dystum nú.

 

Ungi miðvallarin heldur eisini, at liðið dugdi væl at stríðast í nærum 80 minuttir ímóti FM-vinnarunum í dag, hóast teir vóru ein maður færri á vøllinum, tá Ahmed Mujdragic hjá KÍ var rikin av vølli.