Gott at útveksla sjónarmið

Sum altíð, tá fyrilestrar verða hildnir, oysa fyrilestrarhaldararnir av sínum egnu royndum. Tað gjørdi Nels Christian Nolsø eisini á FaroEXPO í gjár

Niels Christian Nolsø var ein av fyrilestrarhaldarunnum á FaroEXPO 2009, og hann hevði fingið eina bundna yvirskrift at tosa út frá.
- Mær var tillutað eitt evni, sum eitur rættar avgerðir, og tá eg so hugsaði um, hvat eg skuldi siga um tað, kom eg til ta niðurstøðu, at sga søguna, sum eg kenni best, og tað er um fyritøkuna, sum eg eri stjóri fyri, Elektron, sigur Niels Christian Nolsø.
Stjórin á Elektron sigur, at hann valdi at siga søguna um Elektron og um at taka, um ikki rættar avgerðir, so avgerðir, ið hava verið neyðugar at tikið, tí at kringumstøðurnar hjá fyritøkuni hava broytt seg dramatiskt.
- Og tað var so tað, ið eg røddi um, sigur Niels Christian Nolsø.
Hann hevur verið stjóri á Elektron í fleiri ár, so hvussu eru umstøðurnar broyttar hesi árini.
- Tey nógvu fyrstu árini var tað eitt framhald av tí, sum var undan, at eg gjørdist stjóri í 1995. Men hesi seinnu árini hava vit arbeitt við at finna eina alternativa loysn fyri peningastovnarnar, sum standa fyri helminginum av okkara umsetningi, og tann loysnin, sum vit eru komin fram til er, at teir flyta sítt virksemi til Skandinavisk Datacenter í Ballerup, sigur Niels Christian Nolsø.
Og hetta, heldur hann, setir teir yvirfyri einari stórari avbjóðing, og tað er hetta, stjórin á Elektron greiddi frá í sínum fyrilestri.

Fleiri aspektir
Men hvønn týdning heldur stjórin á Elektron at ein slík ráðstevna sum FaroEXPO hevur fyri Føroyar og føroyskt vinnulív, serliga við atliti til, at fleiri útlendskar fyritøkur eru við á stevnuni.
- Nú havi eg ikki sjálvur luttikið í sjálvum partneriatinum, men ein stevna av slíkum slag er ógvuliga góð og inspirerandi fyri fólk at hoyra, hvussu onnur fólk arbeiða og loysa trupulleikar. Og hetta at útveksla sjónarmið millum fyritøkur og fólk er bara gott, sigur Niels Christian Nolsø.
Fyriskipararnir hava samansjóða eina blanding av fyrilestrarhaldarum við tveimum stjórum, bispi og okkara fremsta skemtara. Hvussu dámar stjóranum á Elektron hesa blandingina.
- Eg haldi, at hon er perfekt, júst ein blanding, sum skal til. Eg kann so til stuttleika siga, at bæði bispur og stóri skemtarin hava luttikið í arbeiðinum hjá Elektron, har vit hava brúkt teir internt eisini. Og hetta vísir bara, at tað eru ymisk aspektir í vinnulívinum, sum kanska kunnu »yvirraska« eitt sindur, sigur Niels Christian Nolø, stjóri á Elektron.